Grønland bjóðar hita

Meðan stórir partar av Europa hava kava og kulda, hevur DMI í dag mált upp í 16 hitastig í Nuuk í Grønlandi. Vilt tú sleppa undan kava og kulda, so nyttar lítið at leita tær til feriubýir sum Paris, Venedig, Nice ella Milano. Har er frost í luftini í dag, og tað sama er í nógvum øðrum europeiskum býum.

Hinvegin er lýtt í Grønlandi í dag. DMI máldi fyrrapartin 15,6 hitastig í Nuuk, og aðrastaðni í vesturgrønlandi vóru millum fimm og tíggju hitastig í gjár. Tað er vindur av suðri, sum hevur givið grønlendingum óvæntaðu hitastigini um vikuskiftið.

Her í Føroyum er hitalagið í dag um frostmarkið. DMI lovar niður í 2 kuldastig í dag, men í komandi viku kann roknast við lýggjari veðri - upp í 6 hitastig.

Aðrastaðni stríðast tey við kulda og kavastormar. Í Fraklandi siga orkufeløgini, at ongantíð áður hava fraklendingar brúkt so nógvan streym í november, sum teir hava gjørt í ár. Franklendingar brúka í stóran mun streym til at hita íbúðir við.

Í Bretlandi er nógvur kavi, serliga har norðuri, men komandi vikuna verður roknað við kavaveðri har suðuri eisini. Í Svøríki, Danmark og Týsklandi hava tey havt nógvar ferðslutrupulleikar av kavanum um vikuskiftið.