Grøn ruskíløt til fólkið

Allir havnarborgarar fáa í næstum eitt grønt ruskílat í túnið. Tað skal bert nýtast til pappír og er partur av tí grønu bylgjuni, sum herjar í høvuðsstaðnum

Komandi dagarnir fara menn at bera út tey seinastu av teimum umleið 5250 ruskíløtunum til øll húsarhald í Tórshavnar Kommunu. Higartil hevur umleið helvtin av húsarhaldunum í kommununi fingið hetta tiltikna grøna ruskílatið.
Tað er Tom Hellisdal, sum eisini hevur ruskinnsavningina um hendi, ið tekur sær av útberingini av ruskíløtunum. Útberingin byrjaði 12. januar, men vegna vánaligu koyrilíkindini seinastu dagarnar, verður útberingin av ruskíløtunum nakað seinkað.
Hetta er ein liður í tí nýggju endurnýtsluskipanini, sum Tórshavnar Kommuna hevur sett í verk.

Bert til pappír
Grøna ílatið er bert ætlað til turt pappír og papp, tí annars kann tað ikki endurnýtast. Hevur pappírið verið í beinleiðis samband við mat ella sápu, kann tað ikki endurnýtast og skal beinast burtur við tí vanliga burturkastinum. Hetta er til dømis galdandi fyri margarinpappír, papptallerkar, sápupakar og tílíkt.
Kommunan leggur dent á, at tað grøna ílatið skal standa við síðuna av tí vanliga ruskstativinum og skal vera lætt atkomuligt. Um ílatið stendur inni í eini garasju skal tað setast útum, tá tað skal tømast.
Tað er eisini umráðandi, at ruskinnsavnararnir ikki hava meira enn tjúgu metrar at ganga til ílatið.
Ætlanin er, at tað grøna ílatið skal tømast sættuhvørja viku, og lýst verður í fjølmiðlunum, nær íløtini verða tømd.
Tom Hellisdal sigur, at hansara felag hevur keypt ein bil til júst hetta endamálið. Bilurin kemur tó ikki til landið fyrr enn um einar tríggjar ella fýra mánaðir.