Í vár byrjaði Statoil at selja sonevnt bio-benzin, sum er munandi minni dálkandi enn vanligt benzin. Og nú er norska oljufyritøkan so eisini klár við bio-diesel. Nýggja brennievnið sigst at minkað um koltvíiltuútlátið við 50%, men í fyrsta umfari fæst hetta tó ikki til keyps á marknaðinum. Ístaðin hevur felagið boðið eitt nú donskum fjølmiðlum at royna nýggja brennievnið.