Í næstum verða nýggju hølini hjá Grímu í Gamla Meiarínum so mikið áleiðis komin, at møguleiki er at hava smærri tiltøk.
Um mánaðarskiftið verður handverkaraarbeiðið ætlandi liðugt, og so verður arbeitt við at fáa innbúgv og pallútgerð v.m. Í byrjanini verður Gríma noydd at dúva uppá vælvild við at læna seg fram.
Fyrsta tiltakið í nýggju hølunum verður Gestaleikur, skeið og frásagnarkvøld/nátt í døgunum frá 22/5-30/5 1998.
Frásagnarkvøld:
Leygarkvøldið tann 23. mai 1998 verður skipað fyri einum frásagnarkvøldi, har ávís fólk, sum eru kend fyri at duga at siga frá, koma at siga frá søgum. Síðani verður lagt upp til, at ein og hvør, ið hevur hug, sleppur framat at siga frá. Vónandi fer at eydnast okkum at gera eitt tiltak, ið kann geva okkum íblástur til framhaldandi arbeiði við mentunararvi okkara: tí munnligu frásøgnini.
Gestaleikur
Í hesum sambandi fær Gríma vitjan av kendu donsku sjónleikarakvinnuni Viggu Bro. Hon fer at sýna fram leikin »Orkanens Øje«, ið er monologur samansettur av søgum, ið hon sjálv hevur savnað gjøgnum tíðirnar og eini søgu hjá Karen Blixen. Vigga Bro hevur frá ætt síni fingið í árv gávurnar at siga frá, men í mun til okkara arv, nýtir hon ein meira dramatiskan form.
Fyrsta sýningin av »Orkanens Øje« verður sunnudagin tann 24. mai 1998. Eisini verður farið til Sumbiar við leikinum.
Skeið:
Í samband við hesi bæði tiltk verður skipað fyri skeiði í frásagnarhættum og -teknikki. Á skeiðnum, sum verður í viku 22 verður tikið støðið í frásagnarkvøldinum og sýningini hjá Viggu Bro.
Tey, ið hava áhuga at luttaka á skeiðnum kunnu venda sær til Grímu, tlf. 318617 innan 7. mai. Kostnaður fyri skeiðið er kr. 500,-
Fígging til tiltakið er fingin frá Teater & Dans í Norden, Leikpalli Føroya, Mentunarnevnd Tórshavnar Býráðs. Mentunargrunni Føroya Løgtings, Gávugrunni Føroya Sparikassa og Gramexgrunninum hjá Dansk Skuespillerforbund.