Gott við einum sigri

Tað var sjálvandi ein fegin VB-liðskipari, sum vit fingu orðið á, eftir at vágbingarnir við sínum fyrsta sigri lættu sær nakað á á stigatalvuni.
- Ja, tað var deiligt við einum sigri. Ikki minst eftir at vit tvær ferðir hava tapt fyri ÍF á heimavølli. Javnleikin í Klaksvík iðraðu vit okkum eisini um, so sum dysturin leið, men undan tí dystinum høvdu vit so verið nøgdir um javnleik.
Um dystin sunnudagin helt Bjarni annars, at teir í VB hildu seg hava sigurin uppibornan.
- Hesaferð riggaði tað væl á miðvøllinum, har vit fingu takið á teimum. Og hóast talan ikki var um so nógvar møguleikar, so var tað nokk í lagi, at vit vunnu.
Sjálvur hevði Bjarni eisini eina roynd, sum rakti tvørtræið, og málverjin staðfesti eftir dystin, at hetta ikki var nøkur tilvild.
- Eg sá, at Bárður var langt úti úr málinum, og tí royndi. Tað var so eisini nær við, at tað eydnaðist, men bólturin fór so á tvørtræið, sigur hann flennandi.