Eitt størri lágtrýstøki millum Írland og Ísland liggur mest sum í stað, og fleiri brúgvaløg og øki við ælingi fara komandi dagarnar framvið Føroyum úr suðri og útsynningi.
Fríggjadagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi frá landsynningi og suðri, 8 til 13 metrar um sekundið. Tað klárar í eina løtu og kanska sær sólin, men ælaveður verður eisini av og á. Um náttina verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av dingi frá landsynningi og suðri, 8 til 13 metrar um sekundið. Yvirhøvur skýggjað og kanska okkurt æli. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.
Leygardagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av landsynningi og suðri, 8 til 13 metrar um sekundið. Sum frá líður makar hann vindin og um náttina verður eitt lot til andøvgsul av landsynningi og eystri, 3 til 7 metrar um sekundið. Samdrigið og kanska okkurt æli. Hitin alt døgnið millum 10 og 13 stig.
Sunnudagin verður eitt lot til andøvsgul av landsynningi og eystri, 3 til 8 metrar um sekundið, sum veksur upp í eitt gul til stívt andøvgsul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Yvirhøvur skýggjað og sum frá líður regn av landsynningi. Um kvøldið og náttina verður eitt gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Sum frá líður turt, men skýggjað og támut og kanska mjørki. Hitin alt døgnið millum 10 og 15 stig
Mánadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og sum frá líður sær sólin eisini og hitin millum 12 og 17 stig. Um náttina verður eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind frá landsynningi og eystri, 10 til 15 metrar um sekundið. Turt og partvís klárt og hitin millum 12 og 15 stig.
Týsdagin verður eitt stívt andøvsgul upp í ein strúk av vindi frá landsynningi og eystri, 10 til 15 metrar um sekundið, sum minkar og verður til eitt lot til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekundið. Sum frá líður verður skýggjað og regn av og á. Hitin millum 10 og 15 stig.
Mikudagin verður eitt andøvsgul upp í ein st´ruk av vindi frá eystri, 8 til 13 metrar um sekundið. Sól, men seinni skýggjað og sum frá líður regn av suðri. Hitin millum 10 og 13 stig.