Ólavsøkan sær út til at fáa eina góða byrjan viðvíkjandi veðrinum Í løtuni er tað sera lýtt og stilt niðri í miðbýnum, har tann árliga skrúðgongan skjótt fer at fara fram. Nøkur skýggj eru eisini at hóma, so tey, ið ætla sær í føroysk klæði, skulu ikki stúra fyri sólini. Veðrið er yvirhøvur sera gott, og eru fólk longu farin oman í býin. Tó er tað mest turistar og fyrireikarar.
So nú er bara at vóna, at veðrið fer at halda sær alla ólavsøkuna.