Bøkurnar, sum Hanus Kamban skrivaði um ævisøgu Janus Djurhuus, koma nú út á donskum. Komið er væl áleiðis og væntandi koma bøkurnar, sum á donskum eru í tveimum bindum, út í oktober.
- Tað var altíð ein hugsan, at bøkurnar skuldu koma út á norðurlendskum máli, t.d. donskum, sigur Hanus Kamban, tá vit hitta hann til eitt prátt um útgávuna.
Kona Hanus hevur umsett. Ætlanin var at hava eina stytta útgávu, men hetta vísti ikki at bera til.
- Hetta var ógjørligt. Tað vísti seg, at bókin er skrivað so, at partarnir grípa inn í hvønn annan. Tí hevði tað at stytt hana, verið sum at taka klípur úr einum garði, sigur Hanus.
Áhugi
Tann stóri spurningurin er altíð, tá ein situr í Føroyum, um nakað útlendskt forlag hevur áhuga í tí ein fæst við.
- Forløg í øðrum londum hava ongar fortreytir fyri at vita nakað um tað, ið kemur úr Føroyum. Tað vísti seg, at Odense Universitetsforlag hevði áhuga í at geva bøkurnar um Janus út. Forlagið hevur givið út nógv vísundaligt tilfar og hevur eisini traditión fyri at geva út tilfar úr smærri londum, í hvussu er Føroyum. Tað havi eg sæð, tí nógv er givið út á forlagnum viðvíkjandi Føroyum, sigur Hanus Kamban.
Vakur prentlutur
- Arbeiðið við føroysku útgávuni byrjaði í desember í fjør og er komið væl ávegis. Møguliga verður prentað í hesum mánaðinum og væntandi kemur bókin út í oktober, greiðir Hanus Kamban frá.
Á donskum verður bókin í tveimum bindum, men verður tó lík føroysku útgávuni. Forlagnum dámdi væl føroysku útgávuna, og metti hetta vera vakran prentlut. Tí er avgjørt at nýta útgávuna sum fyrimynd.
- Myndatilfarið er minkað og tað dámar mær væl, tí partur av myndatilfarinum í føroysku útgávuni, vendir sær til føroyska lesaran, sigur Hanus.
Nýggj niðurstøða
Tó er ein stórur munur á útgávunum.
- Eg hevði ein epilog við, sum eg ongantíð var heilt nøgdur við. Nú havi eg skrivað hetta, sum eitt slag av niðurstøðu. Hetta er heilt annar tekstur, sigur Hanus Kamban.
Hetta er skrivað sum sálarlýsing av høvuðspersóninum, støða hansara til mentan og politiska gongd í hansara tíð. Eisini kemur Hanus inn á gongdina eftir deyða Janusar og fram til dagin í dag, eisini fullveldi. Mett verður um, hvønn týdning Janus og hugsanir hansara hava fyri okkum í dag og fyri gongdina.
- Eg havi eisini viðgjørt yrkingarnar formilga, bókmentasøguliga og komið verður inn á høvuðshugsanirnar í yrkingunum.
Sum heild er meira av Hanusi Kamban í hesum tekstinum, enn í epiloginum í føroysku útgávuni, har talan meira var um leysar hugleiðingar.
Fortreytir og innlit
Tað sum er spennandi er, at norðbúgvar eru lítið upplýstir um, hvat fyriferst í smærru londunum. T.d. eru fortreytir hjá dønum ikki til staðar at tosa um føroyska mentan og politikk, tí teir hava einki innlit, sigur Hanus Kamban, sum tó nevnir okkurt undantak, t.d. Uffa Elleman Jensen, ið hann metir, tykist hava innlit.
- Vit eru í tí støðu, at vit vita nógv um hini, sigur Hanus.
- Vanligt er at síggja, at Føroyar og føroyingar verða mettar sum eksotiskar ella eru vit sera oyðslutir, tað er eingin millumvegur, metir Hanus.
Í bókini verður greitt frá um samskiftið og samstarv millum Føroyar og Danmark og Føroyar og onnur lond. Har er mentanarsøga og politisk søga. Sumt, ella tað mesta, hevur ikki verið á prenti áður í Føroyum ella Danmark, sigur Hanus.
Hann hedsur eisini vera áhugavert, at portrett eru av persónum, sum úti í heimi eru púra ókendir.
- Til dømis V.U. Hammrsheimb, faðirin at skriftmáli okkara, stóra málfrøðinginum Jakob Jacobsen, har eru háskúlamenninir og Jákup Dahl, sigur Hanus.
Eisini eru persónar, sum eru nakað kendari, t.d. Heðin Brú, Christian Matras og William Heinesen.
Tað er 20. øld, ið er verður viðgjørd, fram til deyða Janusar, men í epiloginum verður farið fram til dagin í dag.
- Bókin verður vónandi stuðul í samskiftinum millum Føroyar og Danmark og Føroyar og Norðurlond, sigur Hanus og leggur afturat, at gott samskifti krevur innlit.
Sjónvarp um Hans A. Djurhuus
Danska útgávan av bókini verður eisini at fáa í føroysku bókabúðunum.
Tað er ikki hvønn dag, at føroyskar bøkur koma á øðrum málnum, enn føroyskum, men tað er alt vanligari nú.
Hanus sigur, at hetta eisini kemur av, at forløg fáa styrk frá grunninum Nordbok, tá tey geva út týðingar.
Hanus, sum í løtuni býr niðri, er fyri mentanardeildina í Svf í gongd við 3 sendingar um Hans A. Djuruus, ið sum kunnugt er bróðir Janus Djurhuus. Áaastovubrøðurnir, sum teir verða róptir, taldust báðir millum mætastu skøld í farnu øld og varðar teirra standa enn.
Fyrsta sending um Hans A. Djurhuus verður send á Mikkjalsmessu, 29. september, sigur Hanus.
- Hetta eru sendingar á 45 minuttir og er hetta lýsing av menniskjanum og skaldinum Hans A. Djurhuus, sigur Hanus Kamban.