Ólavur Rasmussen kann fegnast.
Samskiparin av Salt-verkætlanini fær væntandi 600.000 krónur frá Tvøroyar Kommunu fyri sítt arbeiði, nú Løgtingið endaliga hevur samtykt at játta 20 milliónir krónur til konserthúsið á Drelnesi.
Tað visti útvarpið at siga hósdagin.
Ólavur Rasmussen hevur gjørt ein lønarsáttmála við Tvøroyrar Kommunu, sum inniber, at kommunan gevur honum 600.000 krónur í løn, um verkætlanin verður veruleiki.
Men hóast saltsiloin varð samtykt náttina til leygardag, má stigtakarin av Salt-verkætlanini bíða nakað enn, áðrenn hann fær vissu fyri, at 600.000 krónurnar verða fluttar á kontuna.
Fíggjarmálaráðið, sum skal góðkenna sáttmálan millum samskiparan og Tvøroyrar Kommunu, sáar nevniliga iva um, rætt er farið fram í málinum, sum nú verður kannað.
- Eg vil hava endaliga staðfest, um kommunulógin er brotin. Síðani taki eg støðu til, hvør avleiðingin skal verða, hevur Aksel V. Johannesen sagt við útvarpið.