Gott lag í sirminum á tjaldingarøkinum

Ein av týdningarmiklu 'tiltøkunum' á hvørjum G! festivali er tjaldingarøkið. Her standa fleiri hundrað tjøld í alskyns støddum og sniðum, og er økið yðjandi fult av fólki. Í mun til undanfarin ár er tjaldingarøkið í ár oman fyri Syðrugøtu og ikki í Gøtugjógv.

 

Hóast tað var nakað vátt í veðrinum, so tyktist tað veruliga at níva festivalgestirnar stórvegis. Mong gingu og mólu, meðan onnur sótu og sungu. Her eru nakrar myndir frá tjaldingarøkinum.