Gott fyri profilin hjá Teiti

Hóast sigurin í DMA er sera spennandi og hækkar munandi um profilin hjá Teiti, so loyvir fulla skráin og stóri áhugin fyri Teiti í eitt nú USA, ikki, at fleiri konsertir koma á skránna í Danmark fyribils.

Teitur er í dag á veg úr Los Angeles til New York. Tí var ikki møguligt at fáa viðmerking frá honum. Ístaðin prátaðu vit við mannin, sum í størri mun enn nakar annar hevur virkað fyri at gera heimin varðan við tónleikin hjá Teiti, umboðsmann hansara Christin Ulf-Hansen.
Christian greiddi frá, at bæði hann og Teitur vóru sera fegnir um heiðurslønina.

Fyrst og fremst føroyingur
Hóast Teitur var glaður fyri at vinna eina DMA heiðursløn, so helt hann røðuna á føroyskum, hetta var fyrst og fremst fyri at gera vart við sína støðu sum føroyingur.
- Teitur er errin av at vera føroyingur, og hann føldi, at tá hann var í uppskoti til hesa heiðursløn var tað týdningarmikið at gera vart við, at hann var úr Føroyum.


Hækkar munandi um profilin
- Vit vóru glaðir, tá vit hoyrdu at hann var í uppskoti, og tá vit hoyrdu, at hann hevði vunnið vóru vit enn fegnari. Hetta hækkar munandi um hansara profil í Danmark. Eg havi longu tosað við útbreiðslufelagið hjá okkum har, Playground Music, um hvussu hetta kann brúkast í marknaðarføringini. Hetta merkir ikki, at vit fara at kroysta navnið Teitur niður í hálsin á dønum, men heldur at vit spakuliga leggja meira dent á marknaðarføring á danska marknaðinum upp til konsertferðina hjá honum í Danmark í apríl, greiðir Christian Ulf-Hansen frá.
- Hetta er heilt víst eitt gott ting fyri Teitur, og hjálpir okkum við at halda lív í søluni av fløguni. Fløgan er djúp og vísir nógvar síðir av Teiti, so vit vóna at halda lív í áhuganum fyri henni alt summarið, sigur Christian.

Tvær stakfløgur á veg
Higartil er bert tann eina stakfløgan Louis Louis komin út, men ætlanin er at geva Boys She Can Sing og Hitchiker út sum stakfløgur, enn er tó ikki greitt hvør av hesum verður givin út fyrst.
- Vit hava gjørt eitt ótrúliga gott sjónbandalag av Hitchiker, so tað er spennandi, sigur Christian.

CNN og Hard Rock Café
Hann greiðir frá, at hóast fokus nú er sett á Teit í Danmark, so ber fyribils ikki til, at leggja nakrar aðrar konsertir til rættis í Danmark, enn tær 10, ið longu eru skrálagdar í apríl. Hetta kemst fyrst og fremst av, at skráin hjá Teiti er somikið full við konsertum í USA, Onglandi, Avstralia og Íslandi. Í løtuni er Teitur í USA, har hann í morgin skal gera samrøðu við CNN í New York um tónleik sín.
- Tá Teitur gav fyrru fløguna út, gjørdi CNN eina feature um Teit. Hesin var sendur á stóru heimsumfatandi sjónvarpsrásini, umframt at hann lá á heimasíðuni hjá CNN, ið er tann 12. størsta heimasíðan í USA. Tað er tann sama sjónvarpskvinnan, ið gjørdi ta sendingina, ið ger samrøðuna í morgin. Hetta er sjálvandi sera spennandi fyri okkum. Men har er eisini nógv annað á skránni, í gjár var Teitur t.d. á eini stórari útvarpsrás. Í ovurmorgin fer Teitur undir í samstarv við Hard Rock Café, har hann spælir nakrar konsertir fyri vælgerandi endamál. Hetta kemst av, at fólkini, ið eiga Hard Rock Café ketuna, dáma væl Teit. Tey hava tí heitt á hann, um at spæla 3 konsertir til frama fyri okkurt vælgerandi, so tað er eisini eitt samstarv, ið kann gerast sera spennandi, greiðir Christian frá.