Gott fótbóltsveður til landsdystin

Tá fraklendingar seinastu vitjaðu her fyri trimum árum síðani til landsdyst, var veðrið ikki teimum til vildar. Hesaferð verður kortini øðrvísi, tí veðrið verður nevniliga av tí besta. Ongum nýtist tí at setast aftur til dystin, orsakað av veðri.

Morgindagurin byrjar við einum strúki av útsynningi og ælingi, men tá tað fer at nærkast dystarbyrjan klokkan 16 slítur hann í.

- Óhugsandi er ikki, at onkrir sólarglottar verða undir dystinum á Tórsvølli í morgin, sigur veðurmaðurin Petur Skeel Jacobsen.

Hitin verður millum 10 og 13 stig.

Sunnudagin verður sama veðrið, við sólarglottum og ælaveðri.

Mánadagin verður strúkur av útsynningi og vestri, men týsdagin verður hann útnyrðingur og tað verður nakað kaldari.