Sum skilst eru fólk sera fegin um hetta nýggja tilboðið.
Umframt møguleikan hjá havnarfólki at koyra ókeypis runt í býnum, er tilboðið eisini galdandi fyri íbúgvarnar í Kirkjubø og Velbastað, hóast teir reyðu bussarnir ikki enn koyra hagar.
Nú skilst hinvegin, at Keypmannahavnar kommuna er áhugað í eini líknandi loysn. Í donskum blað hevur verið róð fram undir, at Borgerrepræsentationen umhugsar eina slíka loysn í miðbýnum.
Endamálið við hesum er at greiða gøtuna fyri eini bummpengaskipan fyri bilar.