Føroyar var ein hálvleik frá stóru sensatiónini, tá U-21 landsliðið í kvøld spældi á útivølli móti Týsklandi.
Støðan í hálvleikinum var nevniliga 1-1, eftir at Gestur B. Dam úr B36 fekk javnað fyri Føroyar stutt fyri hálvleik.
Sum heild var talan um eitt gott føroyskt avrik, har allir leikarar stríddust manniliga allan dystin á tamb. Týsku viðmerkjararnir á Eurosport søgdu eisini at avrikið hjá føroyingunum í kvøld átti stóra respekt, og at teir góvu týskarum dygga mótstøðu.
Ein løta í seinna hálvleiki feldi tó føroysku dreingirnar. Innan fyri fáar minuttir høvdu týskarar gjørt tað til 2-1 og til 3-1, og so kundi Týskland koyra sigurin heim við fullum tamarhaldið á tað sum eftir var av dystinum.
Seinni økti Týskland til 4-1, sum eisini varð endaliga úrslitið. Magnus Egilsson var tó um reppið at minka um munin til 4-2 í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat.
Allir føroysku leikararnir avrikaðu væl í kvøld, men um nakar skal takast framum nakran annan, má ungi Jákup Thomsen úr FC Midtjylland, takast framum. Tað góðu løtuna hjá føroyingum í seinna hálvleiki, spældi ungi áleyparin sannførandi, og átti hann sín stóra lut í útjavnandi málinum, tá hann púra óimponeraður bjóðaði týsku verjuni av og slapp leysur móti málverjanum.
Týskland - Føroyar 4-1 (1-1)