- Eg eri eitt sindur snarsintur, og eg kann ikki siga frammanundan, hvat ger meg illan, men eg kann tendra skjótt. So skal eg bara hava frið eina løtu, og so gongur tað yvir, sigur Bøgesvang.
- Eg havi ongar trupulleikar við, at fólk kritisera meg, ella at fólk skelda ella brúka óhóskandi orð, men tá ið fólk við slaturi og sleygi royna at fordøma, so verði eg illur og sigi frá.
- Eg havi tað eisini trupult við fólki, sum royna at halda eina góða fasadu við gudiligheit og tosa um Guds kærleika og náði, men í tí dulda royna at snýta við pengum, kvotum, arvi ella onkrum.
- Og eg kann eisini tendra í ferðsluni. Um fólk blenda ljósið upp, áðrenn mann kemur framvið, ella koyra út fyri meg, so blívi eg illur. Tá er tað bara gott, at eg ikki havi ein revolvara í bilinum, tí eg kundi saktans funnið uppá skotið, sigur hann flennandi.