TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna in.fo gjørdi við føroyska U17 landsliðsvenjaran, Áka Johansen stutt aftaná føroyska U17 landsliðið fekk javnleik 0-0 ímóti Kýpros í elituumfarinum, sum Føroyar eru partar av saman við Kýpros, Írlandi og Slovakia.
Áki Johansen fegnast um, at liðið reisti seg aftaná 0-4 tapið ímóti Írlandi fyrradagin, og hann gleðist um eitt nógv betri leikligt avrik ímóti einum liði, sum tó er veikari enn tað írska. Á minussíðuni iðrar Áki seg tó um, at føroyska liðið ikki tók av teimum málmøguleikunum liðið fekk í seinna hálvleiki í dag.
Írland vann 1-0 á Slovakia, og tað merkir, at føroyska liðið hevur møguleika at spæla seg til EM-endaspælið, um teir vinna á Slovakia mánadagin. Áki Johansen ásannar, at Slovakia er eitt sterkt lið, men hann undirstrikar, at føroyska liðið fer eftir møguleikanum, og trýr uppá, at tað letur seg gera at spæla seg víðari.
Støðan í okkara bólki:
Írland 6 stig
Slovakia 3 stig
Kýpros 1 stig
Føroyar 1 stig










