Gott at hitta onnur ung

Ungdómi dámar væl at hitta annan ungdóm. Eitt slíkt høvi er ungdómslegan sum Heimamissiónin skipaði fyri fyrr í hesum mánaðinum í Nesvík. – Her er super at vera, sigur ein av luttakarunum

Nesvík: Tað er róp og skrál inni á vøllinum. Tað er skilligt, at her verður gingið upp í dystin við lív og sál.

Nøkur ungfólk eru mitt í einum spennandi dysti á graslagda vøllinum niðanfyri leguhúsið. Rundan um girðingina sita onnur ungfólk og rópa á sítt lið.

Ein av hesum er 13 ára gamla Marin Petersen úr Søldarfirði. Hon situr í fótbóltsklæðum og er í gaggum, men er ikki í dysti.

- Eg var nakað sein út, og tá vóru liðini longu úttikin, sigur Marin.

Hon plagar at ganga á ungdómsmøti av og á. Nú var hon komin á hesa ungdómsleguna í Nesvík fyrr í hesum mánaðinum, saman við sløkum hundrað øðrum fólkum.

- Her er gott at vera, tí eg kenni tey flestu, sigur Marin við Sosialin.


Góð lega

Henda ungdómslegan var eitt sindur øðrvísi, tí her vórðu tvær legur í roynd og veru lagdar saman í eina, vegna ov lítla tilmelding.

Hinvegin, er altíð betri at fara á legu, tá ein er saman við øðrum – og serliga øðrum, sum ein kennir. Hetta er heldur ikki fyrstu ferð at hon er á eini ungdómslegu.

Marin plagar vanliga at vera rættiliga nógv saman við tveimum vinkonum sínum, og tað var hon eisini á hesi ungdómsleguni í Nesvík.

- Ja, vit tríggjar – eg, Anita og Fríða – fylgjast. Og vit avgjørdu tí eisini at fara á hesa ungdómsleguna, greiðir Marin frá.

Nú legan var komin í helvt, kundi Marin bara staðfesta, at hetta hevði verið ein góð lega.

- Alt er gott. Eg haldi, at henda legan hevur verið ordiliga super, sigur hon við einum brosi.


At vera eitt vitni

Vanligt er at ungdómslegurnar hava eitt ávíst evni, og eitt teirra á hesi leguni var um synd og fyrigeving.

Marin hevur gingið nakað á ungdómsmøtum, og tí er hetta ikki nýtt fyri hana sum so. Eitt annað evni var um tað at vitna.

- Eg havi nú skilt, hvussu týdningarmikið tað er, at ein sigur frá tí ein trýr uppá, sigur hon. Tá ein hevur fingið alt fyrigivið, kann ein av sonnum vera eitt vitni.

Eitt annað spennandi tiltak á leguni vóru tær ymisku breytirnar, ein kundi velja seg inn á.

Tær vóru fimm í tali, millum annað drama, kór, leirarbeiði, hockey og ítrótt, sum Marin altso valdi seg inn á. Hon hevur áður spælt eitt sindur við NSÍ.

- Men, sorry. Eg var nakað sein út á vøllin, og tá eg umsíðir kom vóru liðini longu úttikin. Tí siti eg her á girðingini, sigur Marin við einum brosi

Eftir dystin skuldi hon til breytina við leirarbeiði og kundi síðani gleða seg til eitt grillkvøld.