Tað hevur stóra ávirkan á gerandisdagin, at allur skúlin er komin inn undir sama tak.
Torfinn Højgaard er skúlavegleiðari á Skúlanum á Fløtum, og seinastu fimm árini hava næmingarnir á skúlanum húsast ymsastaðni í Havnini. Fyrrapartin í dag komu næmingar og lærarar inn á nýggja skúlan fyri fyrstu ferð, og Torfinn Højgaard letur væl at.
– Hetta er spennandi. Bæði fyri næmingar og okkum lærarar, sum hava ligið í hvør sínari ætt seinastu fimm árini. Eitt er tað at síggja bygningin, men at síggja næmingarnar koma inn, tað er spennandi at síggja, hvussu tað roynist.
Tað verður eisini lættari at virka sum vegleiðari, tá næmingarnir eru savnaðir í einum bygningi, heldur Torfinn Højgaard.
– Nú havi eg allar næmingarnar hjá mær. Trupulleikin hevur verið, at vit hava ikki havt eitt fast stað, og næmingarnir hava verið spjaddir. Nú eru knappliga allir næmingarnir samlaðir, og eg havi fingið mítt fasta pláss. Nú kann eg ganga runt her og práta við tey, og eg veit, hvar tey eru.
Samstundis sum nýggi skúlin letur upp, eru eisini fleiri skúlar, ið fara í søguna. Teirra millum Venjingarskúlin og Argja skúli, har Torfinn Højgaard áður hevur starvast.
– Seinastu árini havi eg verið úti á Argjum, og har var eisini at byrja við í 12 ár, so tað er eitt sindur vemodigt at fara avstað. Eg veit, at eg fari at sakna tað eitt sindur at sita og hyggja út á sjógv.