Ågot aftur landað í Grønlandi

Ågot, sum tekur ímóti svartkalva frá grønlendskum jollufiskimonnum í Umanak-fjørðinum, hevur aftur verið inni og landað.

Ågot, sum tekur ímóti svartkalva frá grønlendskum jollufiskimonnum í Umanak-fjørðinum, hevur aftur verið inni og landað. Hesaferð høvdu teir 85 tons í lastini, sum teir fyltu í sjey frystibingjur.

 

Í síðstu viku var Ågot eisini inni og landaði, og tá sluppu teir av við 46 tons í fýra frystibingjur. Tað hevur verið trupult at fáa nóg mikið av frystibingjum til fiskin, men nú er lastin á Ågot tóm.

 

- Í seinastuni hava vit ligið nærindis eini bygd sum kallast Ikerassak, sum liggur umleið 20 fjórðingar frá Umanak, sigur Símun í Vátutoft umborð á Ågot.

 

Hann vísir á, at veðrið hevur verið gott alla tíðina, men nú byrjar kuldi at merkjast um næturnar, og náttin er eisini vorðin myrkari.

 

Ågot skifti fólk fyri 2-3 vikum síðan. Ólavur, Niklas og Anders fóru heim. Umborð eru nú Hjaltur Poulsen, skipari, Christian Olsen, stýrimaður, Steffan Artur Pállsson og Ronnie Heinesen eru fabriksformenn - og Símun í Vátutoft er kokkur.

 

- Vesturleiki liggur eisini inni í Umanak-fjørðinum og tekur móti fiski. Teir vóru inni síðsta vikuskifti og landaðu, sigur Símun í Vátutoft umborð á Ågot.