Gospelkonsert í Runavík

Leygarkvøldið var gospelkonsert í ítróttarhøllini í Runavík. Fólk í øllum aldri vóru møtt upp til konsertina

Fyrst á pallinum vóru Árni og Marner. Teir báðir hava rættiliga gjørt um seg, síðani teir fyri stuttum góvu fløgu út. Serliga teimum eldru dámdu sera væl at hoyra teir báðar.
Eftir teir kom Ungdómskórið á Glyvrum upp. Tey hoyra til í Missiónshúsinum á Glyvrum. Tey hava ikki sungið til eitt so stórt tiltak fyrr, men tað eydnaðist sera væl hjá teimum. Kórið varð stjórnað av Morid Simonsen og Etly Olsen.
Næstir á pallinum vóru Direct Level. Teir eru eftirhondini vorðnir eitt kent navn innan føroyska tónleikaheimin. Teirra stílur var meira til tey ungu. Teir hava fingið ein nýggjan trummuspælara, sum eitur Martin Rúni Joensen. Hann slapp veruliga at royna seg við teimum hørðu rokksangunum hjá bólkinum, og samspælið við hinar í bólkinum riggaði heilt væl.
Til seinast sang Heine Lützen. Heine er ein av teimum kendastu tónleikarunum í landinum. Hann hevur sungið leingi nú, og tað sæst eisini á honum, at hann dugir væl at upptraðka. At hjálpa sær hevur hann sera góðar tónleikarar, og hansara tónleikastílur rakar eina sera breiða áhoyrarafjøld.
 Fyrireikarnir siga seg vera væl nøgdar við tiltakið, hóast tað ikki vóru so nógv fólk sum væntað. Allir bólkarnir høvdu góðar framførslur, og teir vístu allir á, at teir sungu, fyri at gera boðskapin um Jesus kendan.