Gospelkonsert í Meinigheitshúsinum á Skála

Fríggjadagin verður gospelkonsert í Meinigheitshúsinum á Skála. Tað er ungdómsnevndin í Skála Meinigheitshúsi, sum skipar fyri. Bólkarnir, sum fara at framføra verða Tummas Eivind, Ingi og Beinta, Proclaim og Direct Level

Fríggjadagin klokkan 21.30 verður konsert í Meinigheitshúsinum á Skála. Meinigheitshúsið á Skála er nýliga tikið í brúk, og hølini skulu vera væl egnaði til eina slíka konsert. Fyriskipanir eru spentir at vita, hvussu anleggið og høli fer at roynast, tí at tað er fyrstu ferð, at konsert verður hildin har.
Ein partur av bólkinum Proclaim fer at framføra. Teir hava veruliga gjørt vart við seg í seinastuni, og teir skulu eisini vera við í Fjarðafestivalinum. Tað er einans eitt gott ár, síðani bólkurin varð stovnaður, men teir eru longu vorðnir sera væl dámdir.
Tummas Eivind av Glyvrum skal eisini framføra. Hann hevur ein singer/songwriter stíl, og hann hevur millum annað framført í sendingini Innrás í Rás 2.
Beinta og Ingi eru triði bólkurin, sum verður á konsertini. Ingi hevur millum annað spælt við Braquet, og Beinta hevur sungið við fleiri bólkum - har ímillum VOX.
Fjórði og síðsti bólkurin eru Direct Level. Teir eru vorðnir kendir, eftir at teir hava spælt til Gospel Prix, Prix Føroyar og ymiskar konsertir. Limirnir í bólkinum eru úr Eysturoynni og hoyra til í Kelduni og Heimamissiónini.
Konsertin byrjar klokkan 21.30, og ungdómsnevndin á Glyvrum og á Argjum fara at skipað fyri farti til Skálar hetta kvøldið. Eftir konsertina verður suppa at fáa. Tað er ókeypis atgongd. Fyriskipanir leggja dent á, at øll eru vælkomin.