Gosið í Íslandi linkað nógv

Eftir at hava sent øsku langt upp í luftina í fleiri vikur er nú líkt til, at gosið í Eyjafjallajøki er um at hasa av. Íslendsku jarðfrøðingarnir siga, at nú er einki virksemi niðri í gosinum longur.

Jarðfrøðingarnir staðfestu í gjár, at gosið vaks eitt sindur aftur, men síðani er virksemið í gosinum minkað burtur í at kalla einki.

Jarðfrøðingurin Tumi Guðmundsson segði í dag, at gosið er steðgað - í hvussu er fyribils, legði hann afturat.