Nú verður aftur farið til gongu nú sunnudagin 15. juni. Leiðin gongur hesaferð niðan á Núgvuna.
Allir gamlir leiðarar og skótar, kvinnur og menn, frá tíðini niðri á Bakkahellu og fram til í dag, eru vælkomin við.
Vit møtast í skótahøllini kl. 13.30. Koyrt verður niðan til Sornfelli, har farið verður til gongu. Túrurin tekur umleið 3 tímar.
Drekkamunnur verður í Skótahúsinum eftir túrin.
Møtið fjølment.









