Amerikanska rúmdarumsitingin Nasa hevur kunngjørt myndir av gongustjørnuni Kepler-22b, sum amerikanski fylgisveinurin Kepler hevur funnið, og sum sambært granskarum líkist jørðini.
Danskir granskarar eru við í arbeiðinum hjá Nasa, og Hans Kjeldsen, lektari á lærda háskúlanum í Århus, sigur við danska kringvarpið, at enn hava granskararnir ikki funnið tekin um vatn á Kepler-22b, men at hitalagið á gongustjørnuni kann geva ábendingar um, at vatn er har.
-Er vatn har, kann lív eisini vera har, sigur danski granskarin við DR.
Kepler-22b, sum er hálva triðju ferð størri enn okkara jørð, er 600 ljósár burturi.