Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt gongustativ hjá gesti á einum mat-og skeinkistaði í Havn var horvið.
- Tá viðkomandi, sum átti hjálpitólið, skuldi fara avstað aftur, var gongustativið burtur.
Vaktleiðarin segði í morgun, at óvist er í løtuni, um gongustativið er stolið - ella um tað kann hugsast, at annar gestur hevur tikið skeivt hjálpitól.
Løgreglan sigur annars, at rættiliga nógv fólk var í býnum í Havn um vikuskiftið.
- Her vóru eisini nógv full fólk. Vit høvdu úr at gera, men talan var ikki um tey tungu málini við harðskapi.
Í veitslulagi við nógvum fullum fólki kann vera skjótt, at knútar taka seg upp, men um vikuskiftið spældi stórt sæð alt væl av.
- Okkurt mál luktaði av harðskapsmáli, men varð kókað niður til brot á skilhaldsreglurnar, sigur løgreglan.
Tað hevur eftir øllum at døma stóran týdning, at løgreglan er úti á gøtuni, tosar við fólk og roynir at byrgja uppfyri, at størri ósemjur ikki taka seg upp.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tað serliga er millum klokkan 03 og 05, at keðilig ting kunnu taka seg upp í býnum.
Hóast løgreglan eingi harðskapsmál hevur havt um vikuskiftið, merkir tað kortini ikki, at løgreglufólkini ikki hava havt nógv at takast við.
Eina løtu sunnunáttina fekk løgreglan í Havn nevniliga hjálp frá patruljuni í Norðurøkinum.
- Tað er so skjótt, at okkara fólk kunnu vera á fleiri støðum í senn eitt slíkt kvøld, og tá kann tað koma væl við at fáa hjálp úr øðrum øki.
Vaktleiðarin leggur dent á fyribyrgjandi týdningin av at vera skjót á staðnum, tá full fólk eru saman, og ósemjur eru við at taka seg upp.
- Slíkt kann viðvirka til, at vit fáa færri harðskapsmál og soleiðis verður eisini minni hjá okkum at gera við at leita fram vitnir og greiða málini, verður lagt aftrat.