Gongur væl hjá Føroya Bjór í Íslandi

Útflutningurin hjá Føroya Bjór til Íslands gongur framá.

Útflutningurin hjá Føroya Bjór til Íslands gongur framá.

 

Páskabryggið frá Føroya Bjór kom fyrstu ferð á hillarnar í Íslandi fyri tveimum árum síðani. Í vikuni gjørdi størsta blaðið í Íslandi, Morgunblaðið, smakkiroyndir av ymsum øli, og tá kom Føroya Bjór upp í part við Páskabryggi.

 

Tað var í fjør, at Føroya Bjór kom í andglettin í Íslandi, tá stóra Egills bryggjaríið kravdi Føroya Bjór av hillunum í íslendsku einkarsøluni, tí Føroya Bjór nýtti sama navn, sum Eigill, »Gull øl«.

 

Men tað var ikki væl móttikið í Íslandi, at stóra og sterka bryggjaríið soleiðis vildi leggja føroyska ølinum órímuligar forðingar, og sølan hjá Føroya Bjór vaks í stórum.

 

Annika Waag, bryggjari á Føroya Bjór, sigur, at Várbryggj frá Føroya Bjór, ið kom á føroyska marknaðin fyrstu ferð í 2012, eisini verður á hillunum í Íslandi í næstum.