Gongur væl hjá Nokia

Finska stórfyritøkan Nokia boðaði í gjár frá, at hon hevði næstan tvær milliardir kónur minnui í avlopi í oktober ársfjórðingi í fjør enn í 2003, men kortini var hetta betri, enn serfrøðingar høvdu roknað við. Tað gjørdi eisini, at virðið á partabrøvunum í fyritøkunu hækkaði alt fyri eitt.

Sambært tíðindastovuni SME hevði Nokia góðar 10 milliardir krónur í avlopi í seinasta ársfjórðingi, og tað var umleið 15 prosent meiri, enn serfrøðingarnir høvdu væntað. At úrslitið var heldur lakari enn í sama ársfjórðingi í 2003 komst sambært stjóranum, Jorma Ollila, av, at fartelefonsølan minkaði, og at prísirnir komu í eina meiri fasta legu.

32 prosent av øllum fartelefonum, sum vórðu seldar í fjør, vóru av slagnum Nokia, skrivar SME.