Politikkur og vinnulív eru neyvt samantvinnað í Grønlandi. Stýringin av Royal Greenland, sum landið eigur, er eitt afturvendandi dømi um hetta Tað gekk væl hjá grønlendska reiðarínum Ice Trawl í 2006, tá felagið hevði eitt avlop upp á slakar 20 mijónir krónur og ein eginpening upp á stívliga 70 miljónir krónur.
Umsetningurin hjá felagnum var 121 miljónir krónur, sum er út við 36 miljónir fleiri enn í 2005.
Ice Trawl, sum eisini eigur part í Gaia Fish og krabbafelagnum Ulloriaq, eigur trolaran Nataarnaq.
Í fjør seldi felagið trolaran Salleq.
Eigaraskarin í Ice Trawl er ein røð av politikarum, bæði í Landstingi og kommunum.
Felags fyri eigaraskaran av Ice Trawl er, at flestu ongar royndir hava í grønlendskum reiðaravirksemi.
Í Grønlandi verða politikarar javnan lagdir undir at hava stór áhugamál í vinnulívinum og fyri luttøku í feløgum, sum landið eigur.
Stýringin av Royal Greenland er eitt afturvendandi dømi um hetta - og Ice Trawl er eitt annað.
Royal Greenland, sum landið eigur, eigur helmingin av partabrøvunum í Ice Trawl.
Lars Emil Johansen hevur sum nevndarformaður í Royal Greenland fram til 2006 havt stóra ávirkan á felagið og grønlendskt vinnulív í fleiri ár.
Sum kunnugt, hevur Lars Emil Johansen verið grønlendskur stjórnarleiðari.
Í vár varð hann útnevndur til fiskimálaráðharra í Grønlandi, men tað læt seg ikki gera, um hann eisini skuldi varðveita sætið í danska Fólkatinginum.