ÍF tykist nú rættiliga at hava funnið stevið í 1. deild hjá monnum.
Eftir nøkur góð úrslit síðstu vikurnar eydnaðist enn einaferð fuglfirðingum at vinna í dag, tá teir høvdu vitjan av KÍ.
Elvan Tauser legði ÍF á odda fyri steðgin, og í seinna hálvleiki sló Dánjal Pauli Højgaard sigurin fastan, tá hann økti til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
ÍF-KÍ 2-0 (1-0)
1-0 Elvan Tauser
2-0 Dánjal Pauli Højgaard









