6-MANNAFØR KVINNUR: Kvinnurnar umborð á Gongurólvi megnaðu tað í dag, sum tær ikki hava megnað síðani á Jóansøku. Aftur í dag vóru tað tær á Hvessingi og tær á Gongurólvi, sum stríddust um fremsta plássið.
Tær á Hvessingi hava vunnið tvær tær seinastu ferðirnar, men í dag gjørdi Gongurólvur rættuliga bart. Gongurólvur legði bragdliga fyri, og stútt og støðugt vann hann seg alt longri framum Hvessing. Á málinum var als eingin ivi. Gongurólvur var væl meiri enn eina bátslongd frammanfyri Hvessing, og so komu Jallurin og Páll Fangi.
Úrslitið í dag ber við sær, at Gongurólvur og Hvessingur liggja stavn um stavn í FM kappingini. Báðir bátarnir hava 39 stig, og harvið verður tann meistari, sum ólavsøkuaftan verður fremri av Gongurólvi og Hvessingi.
1 Gongurólvur 05:40.08
2 Hvessingur 05:45.21
3 Jarnbardur 05:56.08
4 Páll Fangi 06:04.10
Støðan
1 Gongurólvur 39
2 Hvessingur 39
3 Jarnbardur 30
4 Páll Fangi 8
5 Herningur 8









