Á vestanstevnu vann Páll Fangi úr Klaksvík, men beinanvegin í startspurtinum sást, at tær úr Klaksvík ikki fóru at gera seg galdandi í dag.
Jarnbardur sprakk avstað, og fyrra helmingin av teininum var Jarnbardur fremstur. Men so fór luftin úr teimum, og Gongurólvur og ikki minst Sølmundur gjørdu seg galdandi.
Gongurólvur legði seg meiri enn eina bátslongd framum, og Sølmunur fylgdi væl við og tryggjaði sær næstfremsta plássið frammanfyri Jarnbard.
Páll Fangi loftaði sær síðstu tvey hundrað metrarnar, tá ið tað eydnaðist klaksvíksbátinum at taka Hvessing.
Úrslitið
1 Gongurólvur 04:30.21
2 Sølmundur 04:33.05
3 Jarnbardur 04:35.07
4 Páll Fangi 04:35.23
5 Hvessingur 04:38.15
6 Romvlvs 04:42.06
Endaliga støðan
1 Gongurólvur 47
2 Páll Fangi 40
3 Sølmundur 35
4 Jarnbardur 31
5 Hvessingur 21
6 Romvlvs 15