Gongurólvur aftur bestur

Fyri fjórðu ferð av fýra møguligum hevur Gongurólvur við kvinnumanning vunnið FM kappróður í ár.

Róðurin var á Trongisvágsfirði. Gongurólvur hevur góðan start, og tað eydnaðist ongantíð hinum bátunum at taka fremsta plássið frá kvinnubátinum hjá Havnar Róðrarfelag.

Kappingin var tó rættuliga tøtt. Sølmundur, Páll Fangi og eisini Jarnbardur vóru væl við, og tá ið bátarnir fóru um málið, var tað als ikki leyst ímillum fýra teir fremstu.

Gongurólvuir var eina hálva bátslongd frammanfyri Páll Fanga,, sum var skutin frammanfyri Sølmund, ið aftur var tað mesta av einari bátslongd frammanfyri Jarnbard.

 

Úrslit

6 mannafør kvinnur

1 Gongurólvur 04:49.02

2 Páll Fangi 04:50.21

3 Sølmundur 04:51.02

4 Jarnbardur 04:53.04

5 Hvessingur 04:56.04

6 Romvlvs 05:01.17

 

1 Gongurólvur 28

2 Páll Fangi 23

3 Sølmundur 20

4 Jarnbardur 16

5 Hvessingur 13

6 Romvlvs 8