Gongur framúr væl uttanfyri vøllin

Manchester United hevur metinntøkur

 

Á vøllinum gongur ikki meir enn næstbest hjá Manchester United, men uttanfyri vøllin gongur framúr væl.

 

Manchester United hevur higartil í ár økt inntøkurnar við 30 prosentum í mun til inntøkurnar ífjør. Fyrstu tríggjar mánaðarnar í ár er ein upphædd komin í kassan hjá United, sum svarar til 1,13 miljardir krónur í okkara peningi. 

 

Sáttmálar við Gulf Oil International og 20th Century Fox hava stóra ávirkan á inntøkuøkingina, og ein sjónvarpsrættindasáttmáli við SINA TV í Kina ger eisini stóran mun.

 

Manchester United er væl á veg at gerast tað fyrsta enska felagið, sum kemur at hava inntøkur omanfyri 500 miljónir pund (4,72 miljardir krónur í okkara peningi) í einum roknskaparári. 

 

Enskir miðlar hefta seg við, at í samband við frágreiðingina til roknskapin fyri teir fyrstu tríggjar mánaðarnar nevnir Manchester United ikki núverandi venjaran, Louis van Gaal við einum orði, og tað verður av summum enskum miðlum tulkað, sum eitt tekin um, at annar høvuðsvenjari er á veg til felagið.