Gongur av skriðuni hjá Wozniacki

Aftur í dag reyk hon út í hennara allarfyrsta dysti í kappingini.

Danska tennisdrotningin, Caroline Wozniacki, hevur fingið eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið. Í Australian Open fyri einum lítlum mánaða síðani reyk hon út longu í fyrsta umfari.


24 dagar gingu til hon aftur skuldi dystast, hesaferð í Skt. Pætursborg í Russlandi. Eisini her reyk hon út í sínum fyrsta dysti, hesaferð ímóti Dominika Cibulkova úr Slovakia.


Eftir dystin, sum Cibulkova vann 6-4,7-5, er Caroline Wozniacki nú í vanda fyri at detta enn longri aftur á heimsstyrkislistanum, har hon í løtuni er nummar 18.