Á gongubreytini við Hoyvíksvegin

f. Miðflokkin
Jenis av Rana

At góðtaka tað ónormala
og ikki at hjálpa teim neyðstøddu
er ein stórur samfelagsligur trupulleiki.


Tað var farið at skýma, tá vit møttust, á hvør sínari gongubreyt við Hoyvíksvegin. So skjótt hann bar eyga við meg, sneiddi hann yvirum, heilsaði vinarliga og við táravættum eygum bað hann meg lova sær ikki at gevast: "Halt á, uttan mun til hvat onnur siga . Vinn okkum møguleikar fyri at kunnu fáa viðgerð. Eg eri ein av teimum, tú tosar um, eri vavdur inn í tað helviti, sum lívið sum aktivur homosexuellur er. Eg verði fyrstur at koma til viðgerðar, tá tað verður møguligt
Hann gjørdi skjótt av, greiddi frá hvussu hannn var lokkaður at byrja hesa lívsførslu, hvussu tað vant uppá seg, til hann at enda kendi seg bundnan: "Men tað er einki lív, mær leingist burturúr tí, men eingin vil hjálpa. Ìstaðin fyri at hjálpa mær til frælsið aftur, verður roynt at normalisera tað. Men tað verður aldrin normalt- tað er eitt helviti fyri meg- og eg kenni mong onnur, sum hava tað á sama hátt", legði hann afturat.
Kvikgongdur helt hann leið sína eftir gongubreytini, eftir at hava fingið lyftið mítt um ta hjálp og tann stuðul, sum eg megni at veita honum og hansara javnlíkum.
Søga hansara samsvarar væl við tær vit hoyra so manga staðir frá. Søgan um lokkan og síðani trælahald. Søgan um hesi mongu, sum illa hava havt dirvi at siga søgu sína, meðan tey fáu rópa upp. Søgan um niðurløg og vanlagnur, sum mangan enda í ringastu sorgarleikum, einamest tí samfelagið, ístaðin fyri at rætta teimum eina hjálpandi hond, vendir teimum bakið og tvíheldur um at tað, ið er ónormalt, skal gerast normalt. Og tað er jú ikki gjørligt, uttan mun til hvussu tú roynir!
Bíblian kallar tað beint fram at liva móti náttúruni.
Lat okkum veita hesum ólukkuligu okkara millum ta hjálp og tann stuðul, vit í dag veita øðrum bundnum og trongstøddum. Tað lyfti hevur Miðflokkurin givið teimum, og tað fara vit altíð at royna at halda.