11. januar avsannar umsitingin hjá Landstinginum leysatíðindi um, at tað er Jonathan Motzfeldt, tingformaður, sum er meldaður fyri kynsligan ágang. Umsitingin skrivar, at Motzfeldt er hvørki skuldsettur ella avhoyrdur.
14. januar almannakunngera grønlendsku fjølmiðlarnir eitt tíðindaskriv frá kvinnuni, sum sigur seg hava verið fyri kynsligum ágangi. Í tíðindaskrivinum skrivar kvinnan, at tað vóru landstingsformaðurin og ein embætismaður, sum vóru kynsliga ágangandi ímóti henni heima á landstingsformanninum.
15. januar er fundur millum formansskapin og tingbólkin hjá Siumut um støðuna. Hin samgonguflokkurin, Atassut, krevur landstingsformannin frá, og tað sama gera Demokratarnir. Jonathan Motzfeldt er staddur uttanlands, men kemur á fundin seinnapartin. Løtu seinni boðar Hans Enoksen, floksformaður, frá, at tingformaðurin leggur frá sær.