– Eg havi eina verklagslóg klára, sum snýr seg um strekkið frá Villingadalsvegnum yvir í Klingruna.
Tað sigur Jørgen Niclasen, tá vit spyrja hann um innkomuvegin til Havnar – vegin frá rundkoyringini við tunnilsmunnan í Rossagili norðan fyri Hvítanes gjøgnum Hoyvíkshagan og yvir í Villingardalsvegin.
Og tað røkist fyri, at arbeiðið nú ferð í gongd. Í mong ár hevur vegurin frá rundkoyringini á vegamótinum Klingran/Løgmannabreyt og yvir í Villingardalsvegin staðið í hálvum gekki.
Tvær brýr eru gjørdar, og partar av vegnum eru eisini gjørdir.
Avrtalan er, at landið ger og rindar innkomuvegin, meðan Tórshavnar kommuna ger íbindingarvegirnar.
Jørgen Niclasen sigur, at hann er klárur við eini verklagslóg um hetta vegastrekkið, sum er klár at fara í tingið.
– Men eg havi havt fund við Trónd Sigurðsson, formann í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu. Har kom fram ynski um at gera eina »Runavíkarloysn«, eina loysn, har landið rindar eina ávísa upphædd, men at kommunan so ger arbeiðið, sigur Jørgen Niclasen.
– Men vit eru ikki samdir um upphæddina, sigur Jørgen Niclasen.
Spurdur hvussu nógv, ið skilir partarnar, svarar landsstýrismaðurin ikki ítøkiliga, men sigur, at munurin millum partarnar er minni, enn hann hevur verið.
Ein partur av innkomuvegnum er eisini tunnilin millum Villingadalsvegin og Marknagil. Men har eru partarnir ikki samdir.
– Kommunan ynskir ein tunnil. Landið ynskir ein veg, tí hann er bíligari, sigur Jørgen Niclasen.
Landsstýrismaðurin sigur, at honum hevði dámt sera væl, at partarnir kundu semjast um eina upphædd, so Tórshavnar kommuna sjálv kundi gera av, hvussu hon vildi skipa innkomuvegin – tunnil ella ikki tunnil.
– Men sum eitt minimum, so fari eg í tingið við verklagslógini um innkomuvegin millum Klingruna og Villingadalsvegin. Tí sjálvt um landsstýrismaðurin og kommunan ikki semjast um eina heildarloysn, so skal okkurt í tingið nú í var og avgreiðast, áðrenn tingið fer heim í summarfrí, sigur Jørgen Niclasen.