Tá ÍF vitjaði á Skála í triðja umfari í ár, var talan um eina toppuppgerð, sum endaði við einum undirhaldandi og málríkum javnleiki.
Síðani er tó nógv broytt í so máta, og meðan Skála hevur hildið fast um góðu støðuna á talvuni, eru fuglfirðingar skramblaðir niður eftir stigatalvuni seinastu umførini.
Tí er helst einki at ivast í, at landsliðssteðgurin er komin væl við hjá ÍF, og tað tykist eisini, sum hevur venjarin hjá liðnum ikki havt nakað ímóti hesum.
- Tað hevur so í øllum førum givið nøkrum spælarum frið at sleppa av við smásnuddir, so í so máta hevur tað verið fínt við einum steðgi, heldur Petur Simonsen, venjari hjá ÍF.
Hann sigur, at einasti spælarin, sum ikki er tøkur, er John Thomsen, sum hevur verið skaddur seinastu nógvu vikurnar.
Hjá Skála hava skaðar gjørt hampuliga nógv um seg fyrstu umførini. Ikki minst hevur tað verið strævið á miðvøllinu, har venjarin enn hevur til góðar at hava allar mans tøkar undan dysti. Her hevur steðgurin tó eisini givið teimum stundir at fáa nakað av viðgerð og hvíld, og so er spurningurin, hvørt spælarar sum Bjarni Jørgensen og Pauli G. Hansen nú eru komnir heilt fyri seg, ella um tað enn einaferð verður bíða til allar seinastu løtu, áðrenn gjørt verður av, um teir spæla ella ikki.
Í øllum førum er greitt, at Skála eisini ætlar sær fulla úrtøku úr dystinum, og tí kann talan væl gerast um eina heilt undirhaldandi eysturoyaruppgerð.