Saltangará: Góði upsafiskiskapurin og raskir fiskimenn hava syrgt fyri, at flakavirkini kring landið ikki lógu í fiskaloysi leingi, nú vit eru farin inn í eitt nýtt ár.
Trolarin, Fram, sum partrolar saman við Vestmenningi, landaði til Fiskavirking í Saltangará mánadagin. Teir høvdu góð 180.000 pund, harav virkið í Saltangará keypti tey 130.000 pundini. Restin, eini 46.000 pund, varð seld um uppboðssøluna.
Sagt verður í Saltangará, at upsin var góður.
Fram og Vestmenningur, sum landaði í Vestmanna og hevði á leið tað sama, royndu í seks dagar.
Grønanes í dag
Grønanes landar í Saltangará í dag. Teir hava eini 160.000 pund, og væntandi er upsastøddin tann sama sum hjá Fram. So, hetta er framvegis góður upsi.
Tey vóru til arbeiðis á Fiskavirking í Saltangará mánadagin, og tá ið vit frættu týsmorgunin, vóru útlit til eina hampiliga góða viku.
- Væntandi røkkur fiskurin hjá Grønanesi nakað út á hósdagin, og ikki er óvist, at okkurt ikki verður fríggjadagin eisini, søgdu tey í Saltangará.
Ikki sama prís
Onkur hevur róð uppundir, at Stjørnan og Polarhav, sum seldu í Hanstholm mánadagin, høvdu fingið sama nettoprís, um teir seldu lastina í Føroyum, tí trolararnir vóru teir fyrstu, sum landaðu eftir ársskiftið.
- Men sambært teimum prísum, eg havi skilt, at teir fingu í Hanstholm, er hetta ikki rætt, sigur Jason Johannesen, virkisleiðari, sum heldur, at tað hevði verið torført at fingið tað sama fyri upsan á føroyska marknaðinum.
Upsin hjá leirvíkstrolarunum var smáttfallandi hendan túrin, og sambært Jasoni, er tað serliga hendan upsan, danir vilja hava.










