Í gongd aftur sum skjótast

- Sjálvandi hevði virksemið sum var alstóran týdning, bæði fyri lívsgrundarlagið og sjálvvirðiskensluna hjá teimum fólkum og familjum, sum nú hava mist sítt arbeiði. - Faroe Seafood í Runavík hevur altíð havt gott orð á sær, sum eitt væl rikið fiskavirkið við dugnaligum fólki. Vit hava góð havnaviðurskifti til skipini, landingarmiðstøð og dugnaligar veitarar í økinum. Tí vóna vit virkuliga, at alt tað virksemi, sum nú liggur lamið í økinum, kemur uppaftur at koyra sum skjótast.

Tað sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, nú Faroe Seafood í Runavík er stongt, og seks ísfiskatrolarar, sum eru heimahoyrandi í økinum, eru lagdir.

Magnus Rasmussen vísir á, at eitt er fyrstahondsvirðið, sum fiskimenn og arbeiðsfólk skapa.

- Sjálvandi hevur alt hetta alstóran týdning, bæði fyri lívsgrundarlagið og sjálvvirðiskensluna hjá hesum fólkum og familjum, men ikki minni fyri allar tær avleiddu vinnur, sum hetta virksemi skapar.

Borgarstjórin sigur, at í Runavíkarøkinum eru veitarar av eitt nú nautiskari útgerð, smiðjur og flutningsfeløg, sum fáa nakað burtur úr, at skip og virkir eru í gongd.

- Haraftrat kemur, at ríka handilslívið so sanniliga eisini fær ágóðan av vinnuvirkseminum, sigur hann.

Magnus Rasmussen vil tí gjarna sleppa at siga, at Runavíkar býráð ógvuliga gjarna vil, at tað virksemi, sum verið hevur og sum beint nú liggur lamið, kemur í gongd aftur sum skjótast.