Síðan 1914 eru 263 skip yvir 100 BRT sokkin í Skagerak. Stúrt verður fyri oljuni í fleiri av hesum skipum Tað hevur vakt ans í Svøríki, at gomul skipsvrak frá krígstíðini nú eru byrjað at leka olju út í Skagerak.
Nógv vrak liggja við havsins botn í Skagerak, og eisini í Noregi eru tey farin at hugsa um, hvat kann fara at spyrjast burtur úr hesum.
Í Svøríki hugsa tey ikki minst um skipið ?Skytten?, sum sakk út fyri Lysekil í 1943. Í løtuni lekur olja úr skipinum, sum liggur á 74 metra dýpi.
Serkøn fólk siga, at tað fer at kosta millum 10 og 100 miljónir krónur at tryggja vrakið.
Bæði í Svøríki og Noregi stúra tey fyri, at fleiri skipsvrak fara at leka.
Síðan 1914 eru tilsamans 263 skip yvir 100 BRT sokkin í Skagerak.