Gomul Jól í Gulu smiðju

Stuðulskonsert til frama fyri Í Menniskjum góðum tokki

 

Í Gulu Smiðju í Saltangará, 4. sunnudag í advent, 21. des. 2014 kl. 17.00, verður ein stuðulskonsert til frama fyri Í Menniskjum Góður Tokki. 

Kristina Bærentsen, Alex Bærentsen, Ester Kristiansen og Beinir T. Rasmussen framføra og eitt nevdarumboð frá Í Menniskjum Góður Tokki, Alice Simonsen, hugleiðir um, hvussu tað er at verða fátækur í Føroyum. Øll framføra  sjálvboðin, og allur peningur sum kemur inn, fer óskerdur til Í Menniskjum góður tokki.