Heimavitjan
Gongst sum ætlað, fáa tey gomlu í Havn skjótt eina nýggja tænastu. Tey, sum vilja, kunnu fáa eina sjúkrasystir á vitjan av og á.
Tá ið fíggjarlógin hjá Tórshavnar Kommunu var til viðgerðar, setti minnilutin í býráðnum uppskot fram um at seta eina heimavitjan til eldri á stovn til tey eldru í kommununi og mælti samstundis til at seta 400.000 krónur av til endamálið, so at ein sjúkrasystir kundi verða sett í starv at røkja tænastuna.
Uppskotið var einmælt samtykt á býráðsfundi.
Elin Lindenskov, sum førdi orðið fyri minnilutan í hesum máli, sigur, at hon hevur biðið um at málið kemur til viðgerðar á næsta fundi í sosialu nevnd hjá býráðnum, so arbeiðið kann byrja at leggja skipanina til rættis og tað hevur hon fingið játtað.
Fyribyrgjandi vitjan
Hon sigur, at hetta er ein nýggj tænasta, har tey gomlu í Tórshavnar Kommunu, sum vilja, kunnu fáa eina sjúkrasystir á vitjan av og á.
Fyrrenn skipanin er løgd til rættis, ber ikki til at siga, hvussu hon verður skipað, men ætlanin er, at hendan sjúkrasystirin skal vitja tey gomlu í kommununi, sum vilja hava hana, eina, kanska tvær ferðir um ári.
Enn er heldur ikki avgjørt, um tað verður tey gomlu yvir 80 ár, ella yvir 75 ár, sum fáa hetta tilboðið, ella um aldursmarkið verður eitt annað.
Men í øllum førum væntar og vónar hon, at skipanin fæst at virka í ár.
Elin Lindenskov sigur, at hetta er eitt fyribyrgjandi tiltak, sum kann forða fyri nógvum trupulleikum, bæði hjá teimum gomlu og, ikki minst, eisini hjá heilsuverkinyum.
?Fáa tey gomlu eina sjúkrasystir á vitjan av og á, kann hon fáa eyga á heilsuligar ella sosialar hjá teimum. Og við at seta tiltøk í verk, kann sjúkrasystirin sostatt eisini forða fyri, at trupulleikarnir vaksa seg størri.
Hon sigur, at hetta tiltakið er í samsvari við eldraálitið, sum Tórshavnar Býráð gjørdi í 1999, har ein slík vitjunartænasta verður umrødd.
Tá gjørdi Býráðið eina kanning, sum vístu, at 23% av øllum gomlum, sum búðu heima, hildu, at tað hevði verið gott at fingið eina fyribyrgjandi vitjan, tá ið ein er blivin 80 ár. Summi hildu, at tað átti at verið fyrr, kanska frá tí at tey eru 75 ár.
?Tey, sum hildu, at tað hevði verið gott við eini slíkari heimavitjan, vistu ikki altíð, hvagar tey skuldu venda sær, um onkur trupulleiki skuldi stungið seg upp, tað kann vera alt møguligt, eitt hoyriappart, sum skal stillast, einar brillur, sum skulu rættast, ella okkurt heilt annað. Tey hugsað eisini um grannar, vinfólk og skyldfólk, tí tað var ikki altíð, at tey fingu upp í lag at biðja um hjálp og tá hevði tað verið gott, um onkur kundi stokkið inn á gólvið av og á.
Sera góðar royndir
Í Danmark er slík vitjunartænasta sett á stovn við sera góðum úrsliti. Ein kanning, sum er gjørd í Rødøvre vísti, at eftir at hendan skipanin var sett í verk, vórðu 19% færri løgd inn á sjúkrahús, dagarnir í seingini lækkaði 24%, 31% færri fluttu á røktarheim læknavitjanirnar blivu heili 50% færri í tali.
?Hetta kundi tískil eisini verið ein munandi fyrimunur fyri sjúkrahús, røktar- og ellisheim, sum eru ógvuliga ovbyrjað sum er.
Hetta kemst av, at fólk ganga ikki so leingi við trupulleikum, áðrenn teir verða viðgjørdur og tá er viðgerðin bæði nógv lættari og skjótari og tað bøtir munandi um livimátan hjá teimum eldru, sigur Elin Lindenskov.










