Hvørki franski javnaðarflokkurin ella republikanski flokkurin verða umboðaðir í seinna umfarinum av franska forsetavalinum, sum gongdin er nú.
Ein kollvelting sær út til at vera á veg í fronskum politikki. Líkt er til, at fyri fyrstu ferð síðani Charles de Gaulle grundlegði fimtu fronsku republikkina, fer franski forsetin ikki at koma frá øðrum av stóru flokkunum í Fraklandi, javnaðarflokkinum ella republikanska flokkinum.
Annar av hesum báðum flokkunum hevur annars havt valdið síðani Charles de Gaulle gjørdist forseti í 1959. Men kreppa hevur nú noytt teir báðar til kníggja.
Sosialistiki flokkurin hevur vallað nakrantíð verið so lítið umtóktur sum í løtuni. Francois Hollande hevur verið forseti seinastu fimm árini, men ongantíð áður hevur nakar forseti verið so illa lýddur sum hann, vísa meiningakanningar. Hann valdi at enda ikki at stilla upp aftur, væntandi tí hann sá, hvønn veg tað bar. Sosialistiski flokkurin valdi síðani heldur óvæntað Benoît Hamon til forsetavalevni, men heldur um at kappast at enda millum tvey tey fremstu í fyrra valumfarinum og koma víðari til tað seinna, er líkt til at Benoît Hamon fer at kappast við vinstrasosialistiska Jean-Luc Mélenchon um fjórða plássið.
Í republikanska flokkinum vóru tey ikki í iva um, at tey fóru at fáa komandi franska forsetan, mest sum líka mikið, hvønn valið til forsetavalevnið fall á. Tað gjørdist kanska heldur óvæntað Francoi Fillon, men við tað, at republikanski flokkurin lá á einum tryggum topp tvey plássið, visti alt Frankaríki, at hann fór at vinna seinna valumfar, sum fór at vera móti Marine le Pen úr Front National.
So byrjaðu gølurnar at koma undan kavi. Fyrst varð hann undir illgruna fyri at hava rindað konu síni løn fyri at vera politiskur ráðgevi hjá sær. Kortini kundi eingin svarað fyri, júst hvat arbeiði hon hevði gjørt fyri mannin. Síðani kom framm, at hann eisini hevði rindað børnunum hjá sær løn fyri løgfrøðiliga ráðgeving.
Francois Fillon skuldi ruddað upp í korrupta franska valdsstýrinum. Nú stríðist hann fyri sínum politiska lívið. Seinastu mánaðirnar er hann dottin alsamt longur niður í veljarakanningunum og í løtuni sær út til, at hann fer at enda á triðja plássið.
Tá franskmenn tí fara á val í seinna valumfarinum, 7. mai, verður valið mest sannlíkt millum Marine le Pen úr høgravíðgongda Front National og Emmanuel Macron úr nýstovnaða miðflokkinum En Marche.