Gomlu flokkarnir fingu stóra afturgongd á kommunuvali

Norski Javnaðarflokkurin og konservativi Høyre høvdu stóra afturgongd – Miðflokkurin og tey Grønu vunnu stórsigur á valinum í gjár.

Konservativi stjórnarflokkurin í Noreg, Høyre, og norski javnaðarflokkurin Arbeiderpartiet fingu ein ordans lúsing frá veljarunum á valinu í gjár.

Tað er greitt eftir endaligu uppteljingina í morgun. Tað skrivar norska tíðindstovan NTB og stjónvarpsstøðin NRK.

Ringast sær út hjá Arbeiderpartiet, sum gongur átta prosentstig aftur. Harvið fær flokkurin bara 24,8 prosent av atkvøðunum samanborið við 33 prosent fyri fýra árum síðani..

Konservativi flokkurin hjá Ernu Solberg, forsætisráðfrú, fær beint oman fyri 20 prosent av atkvøðunum, ein afturgongd upp á trý prosentstig.

Stóri vinnarin á valinum er miðflokkurin  Senterpartiet, sum gongur fram við sløkum seks prosentstigum til 14,4 prosent.

Eisin Umhvøvisflokkurin tey Grønu stendur til óvæntaðan stórsigur. Flokkurin hevur stóra framgongd í fleiri býum. Í høvuðsstaðnum Oslo hevur flokkurin fingið 15,2 prosent av atkvøðunum og er vorðin triðstørsti flokkur.

Erna Solberg var skjót at ynskja teimum báðum flokkunum tillukku við valsigrinum.

– Umhvørvisflokkurin og Miðlokkurin eru teir stóru vinnararnir. Tað mugu vit vera stórsinnað til at siga ein slíkan dag, segði forsætisráðfrú á valveitsluni hjá Høyre í Osla í gjárkvøldið sambært NTB.

Sambært norsku valmyndugleikunum er lokalvalið – hóast stóru afturgongdina hjá Arbeiderpartiet – eitt stig til vinstru.

Soleiðis hava teir reyðu flokkarnir í Noreg tilsamans eina framgongd og fáa næstan 56 prosent at atkvøðunum.

Tað merkir, at reyðar samgongur hava góðar møguleikar at fáa valdið ífleiri norskum kommunum og fylgkjum.

Ein staðfesting, sum skuffar konservativu forsætisráðfrúuna.

– Við høvdu fegin viljað, at fleiri býir og bygdir fingu blátt stýri, segði Erna Solberg.

Valluttøkan á valinum í Noreg í gjár var 64,5 prosent fyri kommunuvalið og beint undir 60 til valið til fylkini.

 

/ritzau/

@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: "Calibri"; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }.MsoChpDefault { font-family: "Calibri", sans-serif; }div.WordSection1 { }