Gomlu Føroya Banka húsini eru ein perla í miðbýnum í Havn, sum pensjónistar og pensjónistafelagsskapir í Havn eiga at kunna nýta til fulnar - eisini um kvøldarnar. Eyðsýnt er, at Tórshavnar kommuna eigur at syrgja fyri, at eldru borgararnir í kommununi kunnu gagnnýta gomlu Føroya Banka húsini í størri mun er gjørt verður í løtuni.
Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu verður sagt, at eldrapolitikkurin hjá kommununi er grundaður á grundreglur hjá ST fyri eldri. Uppgávan hjá kommununi er einans at skapa karmar har hugni, trivnaður, menning og virðing fyri tí einstaka eru í hásæti. Karmar, ið eru soleiðis háttaðir, at øll fáa nýtt síni evni og førleikar. Karmar, ið eru við til at varðveita og menna sjálvræði og lívsgóðsku.
Pensjónistafelagið í Havn
Pensjónistafelagið í Havn hevur knapt 200 limir og er felag, sum seinastu 9 árini hevur havt fundir í Losjuni í Havn hvørt mikukvøld frá kl. 19 til uml. 22.30, har pensjónistar hittast at hugna sær, práta, binda, spæla kort, síggja film, møta til fyrilestrar, upplestur v.m. Tombola og bingospæl eru somuleiðis javnan á skránni.
Pensjónistafelagið í Havn rindar sjálvt helvtina av leiguútreiðslunum fyri fundirnar í Losjuni og Tórshavnar kommuna rindar hina helvtina av leiguútreiðslunum. Parturin hjá pensjón-istafelagnum liggur millum 12.000 og 13.000 kr. árliga. Sum er verður henda hølisútreiðsla í stóran mun fíggja við tombola og bingospæli.
Vanliga møta millum 30-50 fólk til mikukvøldsfundirnar/samkomurnar hjá Pensjónista-felagnum í Havn.
Eldrapolitisk tiltøk og gomlu Føroya Banka húsini
Í tráð við ST-grundreglurnar fyri eldri, har sum nevnt áður verður sagt, at almennir myndugleikar eiga at skapa rammur um trygd og trivna hjá eldri borgarum, eigur Tórshavnar kommuna at stuðla pensjónistafelagsskapum og eldrafelagsskapum í størri mun enn gjørt verður í løtuni. Tórshavnar kommuna eigur at bjóða pensjónistafelagsskapum tilboð um ókeypis innivist í gomlu Føroya Banka húsunum, á líkan hátt sum kommunan letur Tilhaldinum ókeypis innivist í dagtímunum.
Verðið eg vald í býráðið fari eg at virka fyri at Pensjónistafelagið í Havn og møgulig onnur eldrafeløg fáa høvi at nýta hølini í gomlu Føroya Banka húsunum í kvøldtímunum frá t.d. kl.19 til 22 gerandisdagar, og í vikuskiftunum, tá onki virksemi er í húsunum. Virksemi, sum eldrafeløgini sjálvi skulu standa fyri og stýra. Fari somuleiðis at virka fyri at betra atgongdina til húsini – kommunan má syrgja fyri at lyfta verður sett upp.
Útvegar kommunan slíkum pensjónistafelagsskapum góðar karmar fyri virksemi sínum, fer hetta óivað at hava við sær, at enn fleiri pensjónistar enn nú aktivt fara at brúka gomlu Føroya Banka húsini til fjølbroytt eldratiltøk. Eldrapolitisk tiltøk ið styrkja virkisfýsni, sjálvræði og trivnað hjá mongd av pensjónistum.