Gomlu bilarnir í Norðoyggjum

Í dag vera bilarnir frá Dansk Veteranbil Klub at síggja í Norðoyggjum. Eins í síðstu viku hava vit eisini hesa vikuna vitjan av nøkrum heilt serligum bilum. Hesaferð eru tað limir í Dansk Veteranbil Klub, sum eru komir higar við 12 ymiskum vælhildnum gomlum bilum.

Bilarnir eru ein blanding av ymiskum merkjum sum t.d. Austin Seven, Volvo PV, Morris Minor, Citroën Traction Avant, og fleiri sløg av Mercedes-Benz cabriolet. Bilurin fremst á myndini er ein danskt bygdur Joker frá 1973. Bert sjey bilar vórðu gjørdir av hesum slagnum, sum tekniskt og mekaniskt eru Volvo bilar.

Í dag fara tey í Norðoyggjar. Erik Fey, ferðaleiðari, sigur, at tey fara úr Havn kl. 9.00 og koyra beinleiðis til Viðareiðis, har tey vera við Kirkjuna um 11-tíðina. Á middegi er ætlanin at fara til Klaksvíkar og steðga við bakaríið hjá Jórun, áðrenn leiðin gongur aftur til Havnar. Ferðalagið fer avstað aftur við Norrönu hóskvøldið 24. september.