Gólvhitin í Vági lagdur

Arbeiðið við nýggja langhylinum gongur eftir ætlan. Í farnu viku varð gólvhiti lagdur

 

 

Á heimasíðuni, svimjihollin.com, skriva fyriskipararnir, at talan var um sjálvboðið arbeið, sum var undir leiðslu av fakfólkum.

 

- Fyrsta dagin vóru tríggir mans og løgdu gólvhitan í kantinu-hæddini. Dagin eftir løgdist fleiri afturat, tá gólvhiti varð lagdur í vælverurúminum. Mána-, týs og mikudagin varð hiti lagdur í skiftirúmini, soleiðis at hetta arbeiðið nú er heilt liðugt.