Golfvøllurin, sum ætlanin er at gera á Glyvursnesi, verður ein dýr søga.
Tað er greitt eftir at nýggjastu kostnaðarmetingarnar eru lagdar fram.
Upprunaliga varð mett, at vøllurin fór at kosta einar 20 milliónir krónur.
Talan er um ein vøll, sum er 18 hol, har hvørt hol kostar eina góða millión.
Men á býráðsfundi í Havn mikukvøldið varð upplýst, at nú tær seinastu kostnaðarmetingarnar eru lagdar fram, vísa tær, at prísurin verður næstan tríggjar ferðir so høgur.
Nýggjastu metingarnar siga nú, at golfvøllurin fer at kosta góðar 2,2 milliónir krónur fyri hvørt hol, ella 40 milliónir fyri tey 18 holini, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini í Tórshavnar Býráði.
Men hetta er bara sjálvur vøllurin.
Harafturat koma útreiðslur til arkitektar, projektering, verkætlanarleiðsla, vegir, parkering og annað.
Alt tað er mett at kosta 15 milliónir krónur, so tilsamans fer vøllurin at kosta 55 milliónur krónur.
Men tá eru bygningar og kostnaðurin fyri at útvega lendi, ikki talt við.
Samstundis fer golfvøllurin at kosta góðar fýra milliónir um árið at reka, tí hann krevur so nógva røkt.
Helena Dam á Neystabø, sigur, at ráðgevarar hjá kommununi vísa á, at hetta er prísurin fyri at gera golfvøll í slíkum lendi, sum er í Føroyum, tí her er so grýtut og bratt, og her krevst nógv og góð drening fyri at fáa ein brúkiligan vøll.
- Prísurin upp á eina millión er fyri ein golfvøll í lendi, sum er nógv lættari at fáast við, enn lendi í Føroyum er.
Helena Dam á Neystabø ivast ikki í, at verður golfvøllurin gjørdur, fer hann ikki bara at rudda slóð fyri at vit yvirhøvur kunnu fáa oyggjaleikirnar til Føroya.
- Hann verður eisini eitt stórt frambrot fyri ferðavinnuna og eitt frambrot fyri ítróttin her á landi, tí ætlanin er at gera ein rættiliga semerktan golfvøll.
Í løtuni eru 150 limir í Tórshavnar Golfklubba, men tey vænta, at tá ið vøllurin er komin, fer limatalið kanska upp á 500.
Í Íslandi, er nógvur golfvøllir og har er golf vorðið fólkaítrótt burturav.
Í Íslandi er tað eitt stórt ferðamál hjá útlendingum at spæla midnáttargolf tær ljósu summarnæturnar, tí tað er ikki so nógva staðni, at tað ber til.
- Hvør veit, kanska verður tað eisini hjá okkum, heldur forkvinnan í mentanarnevndini í Tórshavnar Býráði.
Landið má hjálpa til
Helena Dam á Neystabø staðfestir at sostatt er ein golfvøllur á Glyvursnesi ein verkætlan, sum Tórshavnar Kommuna ikki klárar at lyfta einsamøll.
- Tí halda vit, at landskassin noyðist at átaka sær ein part av útreiðslunum, so at hetta ikki verður ein íløga, sum verður hongd um hálsin á Tórshavnar Kommunu einsamallari.
Á býráðsfundi í Havn mikukvøldið vístu bæði Helena Dam á Neystabø, og aðrir býráðslimir á, at hóast golfvøllurin er í Tórshavnar Kommuna, er hetta ikki ein vøllur, sum bara fer at koma havnarfólki til góðar.
- Onkur kann halda, at hetta er ein ómetaliga stór gáva til teir 150 limirnar í Tórshavnar Golfklubba, men soleiðis er støðan ikki, helt Marin Katrina Frýdal, býráðslimur.
Í hesum sambandi hugsa býráðslimir um, hvussu mennandi ein golfvøllur í Føroyum er fyri ferðavinnuna, sum myndugleikarnir leggja so stóran dent á at menna.
Men serliga vísa býráðslimir á royndirnar at fáa oyggjaleikirnar til Føroya í 2019.
- Ein golfvøllur er ein avgjørd fortreyt fyri at yvirhøvur at fáa oyggjaleikirnar til Føroya, staðfesta býráðslimir í Havn.
Her vísa býráðslimir á, at tað ikki minst er landsstýrið sjálvt, sum hevur sagt seg stremba eftir, at fáa oyggjaleikirnar til Føroya í 2019.
Tí halda býráðslimir, at tað er sjálvsagt, at landskassin ber ein part av útreiðslurnum av at útvega ein golfvøll.
Á býráðsfundinum mikukvøldið samtykti býráðið at halda fram við ætlanini og í hesum sambandi skal býráðið fáa eina neyva kostnaðarætlan og samstundis skal býráðið fáa greiði á, hvussu býtið skal vera ímillum landið og kommununa.
Tey fara eisini at kanna um tað ber til at skarva av útreiðslunum.
Helena Dam á Neystabø sigur, at tey fara eisini at leita eftir privatari fígging til vøllin, kanska frá vinnulívinum, ella úr ymsum grunnum, ella hvat tað kann vera
Býráðið hevur eisini valt tveir nevndarlimir í bygginevndina fyri golfvøllin og í hesum sambandi valdi býráðið Helenu Dam á Neystabø, forkvinnu í mentanarnevndini og Jógvan Arge, sum var formaður í mentanarnevndini í undanfara býráði.
Vit hjálpa so sanniliga til
- Vit hjálpa sanniliga til við fíggingini.
Tað staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann er ikki bara løgmaður.
Hann er eisini verji hjá ítróttinum í Føroyum og vit hava spurt hann, um landið fær hjálpt til at gera golfvøll á Glyvursnesi.
Sum tað sæst í hinum greinunum, er ein golfvøllur ein avgjørd fortreyt fyri at vit kunnu gera okkum vónir um at ynski okkara um at fáa oyggjaleikirnar í 2019, kann verða veruleiki.
Men samstundis er greitt, at tað er eitt ódnartak at gera ein golfvøll og bæði Tórshavnar Býráð og Ítróttarsamband Føroya gera púra greitt, at tað er neyðugt, at landið hjálpir til við fíggingini.
Løgmaður sigur, at tað liggur í kortunum, at landið skal lata einar 700.000 ferðmetrar av jørð til golfvøllin, at kalla fyri einki.
- Talan er um eitt virðið upp á einar 60 milliónir, sum vit lata til vøllin, so vit eru so sanniliga við í ætlanini.
- Tað hevur ligið í kortunum, at landið skuldi lata lendið og Tórshavnar Kommunu skuldi fíggja restina, sigur Løgmaður
Annars er tað nýtt fyri løgmanni, at vøllurin fer at kosta heilar 55 milliónir, sum nýggjastu kostnaðarmetingarnar siga.
Men hann sigur, at nú má spurningurin um fíggingina takast upp og so fæst at síggja um tað ber til hjá landinum at spjaða meiri til golfvøllin.
- Vit eru líka áhugað sum Tórshavnar Býráð at fáa ein golfvøll, sigur Løgmaður.
Bjørn Kalsø, landsstýrimaður í mentamálum, er eisini varin.
Hann dugur ikki at síggja, hvussu almenna luttøkan í golfvøllinum kann vera.
Hinvegin vísir hann á, at á langtíðarfíggjarlógini ætlar landsstýrið at seta tvær milliónir krónur av í 2015 Oyggjaleikir.
Peningin skal vera ískoyti til tað, tað kostar at byggja i?tro?ttarverkløg, ið eru neyðug at hava, skal tað eydnast okkum at hy?sa leikunum i? 2019.
Ætlanin er at seta fýra milliónir av afturat í ja?ttaðar í 2016.
- Peningurin er ikki markaður til nakað ávíst endamál og kanska ber til at brúka ein part av honum til golfvøll, sigur Bjørn Kalsø.
Almennu Føroyar senda annars eitt sterkt til a oyggjaleikirnar í Bermuda. Við í almenna ferðalagnum verður løgmaður, umframt Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Teir skulu í fyrsta lagi mýkja støðuna í altjóða oyggjaleikanevndini og rudda slóð fyri, at vit fáa leikirnar í 2019.
Men Løgmaður sigur, at teir tríggir fáa eisini høvi at skifta orð um golfvøllin á Glyvursnesi og, hvussu hann skal fíggjast, og tað fara teir at gera.
LES EISINI GREININA: Føroyar kunnu missa oyggjaleikirnar í 2019