Fleiri útróðrarbátar vóru á útróðri síðstu nátt. Flestu løgdu veiðina upp í morgun, men báturin, sum hevði størstu nøgdina - Bragd - var ikki aftur fyrr enn tíðliga seinnapartin.
Norðlýsið veit at siga, at tríggir útróðrarbátar, Bragd, Líðhamar og Norðsøki, høvdu allir yvir 9.000 pund hvør, harav Bragd hevði umleið 10.000 og Líðhamar 9.500 pund.
Sum skilst, var Kallanes einasti bátur, sum var vestan fyri síðstu nátt, og hann hevði umleið 8.000 pund av útróðrarfiski.
Sambært Fiskamarknaði Føroya høvdu bátarnir (eftir størstu nøgdum) ávikavist; Bragd 10.000, Líðhamar 9.500, Norðsøki 9.000, Kallanes 8.000, Bjørgvin 4.000 og Brandur 3.500 pund.










